VIT eita nú Faroesoft

Tíðindaskriv

 

Ein vælkend KT-fyritøka í Føroyum skiftir nú navn, frá VIT til Faroesoft.

Navnabroytingin kemur í samband við at fyritøkan, sum er ein partur av Farodane-samtakinum, er farin í nýggj hølir, og at dentur framyvir verður lagdur á menning av forritum til føroyskar og útlendskar fyritøkur.


Drúgvar royndir innan menning

Faroesoft er ongin ársungi, tá talan er um menning av forritum. Áinternetøkinum stendur Faroesoft aftanfyri mest nýttu heimasíáurnar í Føroyum, so sum nummarupplýsingina (www.nummar.fo), virkisskránna (www.gulu.fo) og roknskaparyvirlitiá www.business-line.fo. Uttanlanda hevur Faroesoft kundar í Danmark, Noregi, Onglandi og á Malta. M. a. veitir Faroesoft skipanir til ítróttarveddingarfyritøkur, og veráur í løtuni arbeitt viá at fáa slíkar fyritøkur at skráseta seg í Føroyum og brúka føroyskar veitarar.

Eitt annað virkisøki eru sonevndar "soft software" skipanir, taá eru innanhýsis skipanir sum ikke eru bókhaldsskipanir. Mest kendu skipanir teirra eru Netbase CMS til umsiting av heimasíáum, JournalVIT til journalisering og sakstýring; GóðskuVIT til ISO9000-umsiting hjá fyritøkum, og HACCP-umsiting hjá matvøruframleiðarum; KommunuVIT til kommunur; og HavnaVIT til havnaumsiting.

Á Faroesoft starvast 11 fólk, m. a. serfrøðingar útbúnir innan Microsoft-tøkni og Notes-tøkni. Faroesoft er Microsoft Certified Partner, og limur í IBM Lotus Notes Partner World. Faroesoft hevur egnan grafikara, sum tekur sær av at tryggja at skipanirnar eru snøggar og lættar at brúka.


Rakstur av skipanum

Eitt triðja høvuðsøki hjá Faroesoft er rakstur av skipanum. Faroesoft rekur í dag egnar ambætarar í Føroyum og í London, har m. a. peningaflutningur um netið verður avgreiddur. Talan er um sera framkomna útgerá, sum virkar og verður ansað 24 tímar um døgnið.


Nýggir arbeiðshættir

"Soft software" er eitt nýtt hugtak í Føroyum. Talan er um skipanir, sum virka saman við bókhaldsskipanum, bíleggingarskipanum og øðrum, og soleiðis fáa allar skipanirnar at virka sum ein og sama skipan. Hetta lættir sera nógv um arbeiðsbyrðurnar og er við til at skapa nýggjar arbeiðshættir.

Sum tann einasti hevur Faroesoft tikið stig til at menna hetta slagið av forritum til føroysk viðurskifti. Og í Føroyum eru sera góðar umstøður til at fáa hesar skipanirnar til at virka væl. Til ber at gera skipanir, sum fevna um fleiri fyritøkur, og sum samskifta millum kundar, veitarir og almennar stovnar.


Móttøka

Í samband við navnabroytingina verða øll núverandi og komandi viðskiftafólk boðin við til móttøku, fríggjadagin 28. september frá kl. 15.00.