Vit eiga meiri – men vit brúka ikki meir

Á smábygd er húsaprísurin næstan tvífaldaður hesi seinastu árini, staðfestur Landsbankin

Tá ið húsini veksa í virði, veksur eisini frívirðið í húsunum og sostatt verða vit ríkari, hóast inntøkan ikki veksur. Men hóast tað hevur verið gongdin hesi seinastu árini, at húsini eru nógv vaksin í virði, er nýtslan ikki vaksin stórvegis, er niðurstøðan í eini kanning, Landsbankin hevur gjørt.

Nettoognin er munurin ímillum ogn og skuld, so tá ið skuldin lækkar, ella virðið á húsunum veksur, veksur nettoognin, eisini. Tað ger hon eisini tá ið uppsparingin til pensjón, hækkar.

Landsbankin vísir á, at síðani 2014, eru sethúsaprísirnir í Havn, hækkaðir umleið 40 prosent, sum heild. Í Suðuroy og í Sandoy eru teir, sum heild hækkaðir eini 50 prosent og í størru bygdunum eru sethúsaprísirnir hækkaðir 65 prosent frá 2014 til 2019. Men á smábygd er prísurin á sethúsum næstan tvífaldaður hesi árini.

  ##med2##

Men at ognin hjá sethúsaeigarum økist tá ið sethúsaprísirnir hækka, kemur ikki eigaranum til góðar í kontantum pengum uttan so at húsini verða seld, ella húsaeigarin hækkar lánið fyri at fáa meiri pengar til nýtslu.

Landsbankin sigur, at tað ber ikki til at siga við vissu, hvussu nógvir sethúsaeigarar hava brúkt tann møguleikan.

– Sethúsalánini hjá føroysku húsarhaldunum eru økt 22 prosent hesi seinastu sjey árini og tað eru helst nøkur, ið hava hækkað lánið til nýtslu, ella til at umvæla húsini fyri.

– Tey, ið nýliga hava ognað sær eini hús, hava ikki hendan møgulikan, men tey hava verið noydd at taka hægri lán, tí prísirnir hækka alsamt.

– Tá ið nettoognin økist, kann tað eisini ávirka nýtsluna. men helst hava tey flestu húskini lagt dent á at gjalda skuld, heldur enn at taka lán í frívirðinum, tí húskini tykjast ikki at hava økt nýtsluna munandi seinastu árini, sigur Landsbankin.

– Prosentvís er skuldin hjá húskjum í Føroyum ein minni partur av inntøkuni enn hann er aðrastaðni og hetta samsvarar við, at tey hava ikki tikið lán fyri at økja um nýtsluna, hóast húsini eru økt í virði, sigur Landsbankin.