TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Tróndur Arge gjørdi á Rás2 við Gunnar Nielsen, málverja, aftaná 0-1 tapið hjá føroyska landsliðnum á olympiska leikvøllinum í Helsinki.
Gunnar er eisini frustreraður um vánaliga avrikið hjá pólska dómaranum, Marcin Borski. Serliga er Gunnar harmur um, at Sølvi Vatnhamar ikki fekk fríspark áðrenn Joel Pohjanpalo skoraði einsamalla málið í dystinum.
Gunnar er tó fegin um, at føroyska liðið hevur lært at halda málini hjá mótstøðuliðnum niðri, og tey tap, sum eru, eru bert við einum og tveimum málum. Tó má arbeiðast við at skapa fleiri málmøguleikar og hótta í hinum endanum.