Vit eiga at virða serfrøðina

Málráðið hevur gjørt eitt val um ikki at hýsa c, x, q, z og w, og tann avgerðin eigur at verða vird

 

Seinastu tíðina hevur nógv rok verið um stavraðið, og um hvørt bókstavirnir c, q, x, z og w skulu vera partur av stavraðnum ella ikki.

 

Skulu til dømis c og x sleppa í føroyska stavraðið?

 

Hetta var ein av spurningunum í sendingini Vikan, sum fór, ið er fastur táttur fríggjadagar seinnapart á Rás2.

 

- Málráðið hevur gjørt eitt val, um ikki at hýsa hesum bókstavunum, og ta avgerðina eiga vit at virða, segði Eyðgerð Mørkøre Kruse, sum saman við Høgna Rejstrup og Hilmar Jan Hansen mannaði panelið hesaferð.

 

- Eg skilji ikki ordiliga málfrøðingaarnar. Málráðið kann ómøguliga vera liðugt at viðgera hetta málið. Tey siga, at tey vilja ikki hava bókstavirnar við, men fólk eru vælkomin at brúka teir, um tey vilja. Tað er eitt ullint boð at senda út, segði Hilmar Jan Hansen í sendingini.

 

- Tað er løgið, at Løgtingið hevur sett eitt málráð til at gera niðurstøður í málspurningum, og málráðið er komið til eina niðurstøðu, sum mann so ikki virðir. Eg haldi, at mann skal virða ta niðurstøðu, sum er, segði Høgni Reistrup.

 

Ein fastur partur av Rás2 Seinnaparti fríggjadagar er tátturin Vikan, sum fór. Har sigur eitt panel sína hugsan um nakrar av søgunum og hendingunum, sum hava verið ta vikuna.

 

Panelið er samansett við skiftandi luttakarum hvørja ferð.

 

Trýst á pílin undir myndini og hoyr alt innslagið um stavraðið. Fleiri brot úr sendingini koma út um vikuskiftið.