At Kalsoyggin nærum verður sett í undantaksstøðu í mars og apríl, meðan aðrar farleiðir í landinum halda so at siga sama tænastustøði, er at fara lætt um tann málsetning og tey lyftir, ið eru fest í samgonguskjalinum.
Í samgonguskjalinum stendur:
Eitt gott og útbygt samferðslukervi – innanoyggja og til umheimin – er avgerandi fyri trivnað og møguleikar hjá fólki og vinnu. Tí verða íløgur støðugt gjørdar og átøk framd til tess at geva fólki javnsettar møguleikar kring landið.
Í løtuni stendur samgonguskjalið í andsøgn við ætlanirnar á Kalsoyarleiðini, tíðarskeiðið Sam skal á beding. Tað verða ikki framd átøk til tess at geva fólki javnsettar møguleikar kring landið við verandi ætlan á Kalsoyarleiðini.
At Strandferðslan hevur sum siðvenju, at skip ikki verða tikin av síni farleið, hóast aðrar farleiðir mangla skip í longri tíðarskeið, er ein góður málsetningur.
Men skal Strandferðslan liva upp til hesa siðvenju, samstundis sum andin í samgonguskjalinum skal haldast, má ein bilferja leigast til Kalsoyarleiðina í mars og og apríl.
Hetta er uttan iva besta loysnin.
Um so er, at ikki ber til at leiga eina bilferju til Kalsoyarleiðina, má støða takast til, hvat skal raðfestast hægri, samgonguskjalið ella siðvenjan hjá Strandferðsluni.
Her haldi eg, at samgonguskjalið eigur at verða tikið framum siðvenjuna, soleiðis at fólk fáa javnsettar møguleikar kring landið.
At lata Kalsoynna, við 18 kilometrar av vegi og fýra bygdum, liggja so at siga uttan bilferju meginpartin av mars og april, er ikki nøktandi.
Hendan niðurraðfesting er ov ógvuslig, og ikki í tráð við samgonguskjalið, har átøk innan samferðslukervið skulu hava til endamáls at javnseta fólk kring landið.
Eisini í Kalsoynni.
Jónleif Johannesen