Vit eiga at niðurleggja smáar skúlar

 

- Vit eiga at fara burtur frá at siga, at tað er í lagi við smáum skúlum, sigur Magnus Tausen, stjóri í Námi


- Fara vit burtur frá teimum minni skúlunum, fer størri dentur at verða lagdur á serfrøðina hjá einstaka læraranum.

 

Tað sigur Magnus Tausen, stjóri í Námi við Skúlablaðið í morgun.

 

- Við øðrum orðum verður lærarin veruliga dugnaligur í tí hann dugir og undirvísir í.

 

Magnus Tausen sigur, at hetta ber bara til í størri skúlum.

 

- Í teimum smáu skúlunum hevur lærarin 5-7 ymiskar lærugreinir og skal røkka næmingum í øllum aldri.

 

Magnus Tausen heldur, at vit eiga at fara burtur frá at siga, at tað er í lagi við smáum skúlum, har lærarin skal undirvísa í nógvum lærugreinum á øllum aldursstigum, tí tað ber ikki til.

 

- Vit mugu koma hartil, at vit brúka neyvu fakligheitina hjá lærarum, umframt tað kreativa og sosiala.

 

Magnus Tausen heldur, at fólkaatkvøðan um kommunusamanlegging hevði einki gott við sær, og nú eru vit noydd at fáa í lag skúlasamstarv tvørtur um kommunumørk.

 

Hann heldur, at vit eiga at fara til botns í Pisa-úrslitunum og hyggja at, hvat tað er, sum hevur týdning, og hvat tað er, vit veruliga byggja okkara skúla á.

 

 Hann heldur, at eru vit ónøgd við fakliga stigið hjá næmingunum, mugu vit taka avleiðingarnar, ella skulu vit góðtaka, at vit liggja undir miðal í Pisa-kanningum og so lata standa til.

 

- Fyri somu pengar, sum vit nú brúka upp á fólkaskúlan, kunnu vit fáa ein munandi betri skúla, men tað krevst, at vit skipa hann av nýggjum, heldur Magnus Tausen í Skúlablaðnum.

 

Hann heldur, at higartil hava vit ikki sæð úrslitið av teimum átøkum, sum er sett í verk síðan fyrstu Pisa-kanningina.

 

Men tey, sum hava fingið ágóðan av øllum átøkunum, ganga nú í 7. flokki, og skulu í Pisa-kanningini í 2015.

 

- Tá verður tann veruliga próvtøkan. Verða úrslitini framvegis í verra lagi, kunnu vit loyva okkum at stúra, heldur Magnus Tausen í Skúlablaðnum.