- Vit eiga at gera okkara skyldu

- Tað er mín meining, at pláss eigur at verða fyri at loyva nøkrum flóttum til Føroya, sigur Kári P. Højgaard.

- Flóttafólkamálið er sera viðkvæmt og skal hava eina neyva viðgerð, áðrenn stigið verður tikið. Mín meining er, at Føroyar eiga et gera sín part og skyldu í altjóða samfelagnum. Tá meini eg við, at pláss eigur at verða fyri at loyva nøkrum flóttum til Føroya.

 

Tað sigur Kári P. Højgaard, sum vísir á, at útlendingamál eru felagsmál, og tí er avmarkað, hvussu stórur avgerðarrættur liggur í Føroyum.

 

- Í ár 2000 fingu vit gott stívliga 20 flóttafólk til Føroya, sum øll búsettust í somu kommunu. Nú 14 ár seinni kunnu vit staðfesta, at tey eru fult integreraði í føroyska samfelagið. Tey hava arbeiði og stórtrívast, so her bleiv talan um eina sólskynsøgu.

 

Kári P. Højgaard heldur, at ein treyt til útlendingar, sum koma til Føroya, má verða, at tey góðtaka samfelagið, tey koma til og tillaga seg til broyttu umstøðurnar.

 

Men, hvussu metir løgtingsmaðurin so, at Føroyar eru fyri at taka ímóti flóttafólkum?

 

- Føroyar eru ikki væl fyri at taka ímóti útlendingum, sum vilja gerast "nýføroyingar", sum hann tekur til. Einasta almenna tilboðið er 20 tímar í føroyskum, og tað er alt ov lítið, tí eingin lærir málið so skjótt. 

 

Kári P. Højgaard sigur, at vit í Føroyum eisini hava eina avbjóðing við ójavna kynsbýtinum.

 

- Umleið 2000 kvinnur færri enn menn ger, at nógvir føroyskir menn velja sær útlendskan hjúnarfelaga. Vegurin til ein ríkan og gevandi gerandisdag er, at tey læra mál og mentan fyri at kunna kenna seg sum ein part av samfelagnum.

 

Løgtingsmaðurin heldur, at her eigur samlaða politiska skipanin at taka lógvatak og finna fram til felags stev, hvussu vit best loysa hesa avbjóðing.