- Vit eiga at gera meira fyri børn við autismu

Elmar Ósá hevur savnað nógvar túsund krónur inn til Autismufelagið, meðan og aftaná hann gjøgnumførdi ein tvífaldan jarnmann, sum er samansettur av einum svimjitúri, súkklitúri og rennitúri á tilsamans 452 kilometrar

Í síðstu viku gjørdi klaksvíkingurin Elmar Ósá ein tvífaldan jarnmann fyri at savna pening inn til Autismufelagið. Undirtøkan hevur verið yvir allar væntanir, og sera nógv hava latið pening inn.

Hetta fegnast høvuðspersónurin um, tí hann heldur tað hava stóran týdning at varpa ljós á autismu.

- Tað kann vera ringt hjá vanligum fólki at skilja, hvat autisma er, og hvat tað snýr seg um. Tað eru autistisk børn og vaksin, sum arbeiða og hava tað gott, men tað eru eisini tey, sum ikki eru líka væl fyri. Tí haldi eg, tað hevur stóran týdning at varpa ljós, at tað eru fólk, sum hava autismu, sigur Elmar Ósá, sum dagliga starvast sum yvirlækni á barnadeildini á Landssjúkrahúsinum.

- Tað almenna ger nógv fyri børn við autismu, men eg føli bara tað, at har frá eigur at verða gjørt enn meira, sigur hann.

Tú kanst lesa longri samrøðu við Elmar Ósá í Sosialinum.