TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr sendingina "Fótbóltspanelið", sum var á Rás2 í dag.
Fyrst í sendingini tók Tróndur Arge samanum avrikið hjá føroyska U21 landsliðnum ímóti Russlandi á Svangaskarði ígjár, har føroyska liðið greitt tapti 0-3. Eftir hetta vóru fýra gestir ígjøgnum. Teir vóru :
- Heini Vatnsdal
- Fróði Benjaminsen
- Lars Olsen, landsliðsvenjari
- og Jens Martin Knudsen, landsliðslegenda
Jens Martin Knudsen heldur føroyska liðið verða somikið sterkt nú, at nøsin eigur at verða sett upp ímóti at fáa stig ímóti Ungarn komandi týskvøld. Tróndur Arge spurdi eisini Jens Martin Knudsen hvønn hann hevði byrjað inni við í HM-undankappingardystinum ímóti Ungarn týskvøldið.
Jens Martin Knudsen verður viðmerkjari, tá Tróndur Arge fer at siga beinleiðis frá HM-undankappingardystinum millum Føroyar og Ungarn á Tórsvølli týskvøldið klokkan 19.45. Rás2 sendir upptakt frá klokkan 16.