Vit dumpaðu aftur í PISA

Úrslitið av fyrstu, veruligu PISA kanningini varð almannakunngjørt í morgun, og har er ikki nógv at fegnast um.

Beinleiðis kjak um PISA-úrslitið á Rás2 klokkan 14. Úrslitið er ikki nógv frægari, enn tey úrslit av PISA undankanningini, sum í fjør skelkaðu alt landið.

Í niðurstøðuni stendur, at fakligu úrslitini fyri Føroyar framvegis eru eitt vónbrot.

Bæði í náttúrulærugreinunum og í lesing og støddfrøði eru úrslitini á botninum á OECD støði.

Lutfalsliga frægast er úrslitið í støddfrøði, har liggja vit nummar 41, meðan vit í lesing eru nummar 45 og í náttúrufakum nummar 47.

Tað, sum serliga kann elva til stúran, er sambært niðurstøðuni, millum annað, at KT ikki í størri mun verður nýtt í undirvísingini. Tað vekir eisini undran, at umstøðurnar hjá náttúrufakunum á skúlunum eru so vánaligar, og at bókasøvnini somuleiðis eru vánalig.

Jógvan á Lakjuni, Landsstýrismðaur segði við Rás2 klokkan 10, at úrslitið var eitt vónbrot.

-Men tiltøk eru sett í verk, og nú mugu vit fyrst síggja, hvussu hesi rigga, segði landsstýrismaðurin.

94 prosent av næmingunum, sum gingu í 9. flokki skúlaárið 2006-2007, hava tikið lut í kanningini.

Magnus Tausen, formaður í Føroya Lærarafelag, er gestur í tíðindasendingini á Rás2 klokkan 12.

Og seinnapartin klokkan 14 er kjaksending á skránni á Rás2. Tá fara millum onnur Jógvan á Lakjuni, ella annað umboð fyri Mentamálaráðið, og Magnus Tausen, formaður í Lærarafelagnum, at kjakast um úrslitið av PISA kanningini.

Rigmor Dam er vertur í kjaksendingini klokkan 14, beinleiðis á Rás2.