Tað sigur liðskiparin hjá KÍ, Hjalgrím Elttør, eftir at KÍ í gjár spældi javnleik 1-1 móti EB/Streymi í fyrru hálvfinaluni í kappingini um Løgmanssteypið.
Marni Djurhuus, miðverji hjá EB/Streymi, helt fyri, at tað er torført at spæla móti KÍ í Klaksvík. Tí eru teir sum so nøgdir við 1-1 javnleikin.
Tað var Leif Niclasen, ið legði EB/Streym á odda eftir ein hálvan tíma. Undan málinum hevði KÍ havt fleiri møguleikar, men tað eydnaðist ikki at fáa bóltin í málið. Tíðliga í seinna hálvleiki bragdaði hjá KÍ, tá miðverjin, Jógvan Isaksen, var komin framvið og javnaði til endaliga úrslitið 1-1.
Samrøðan við Marna Djurhuus og Hjalgrím Elttør kann hoyrast undir greinini.