Vit brúka minni streym

Nú sæst tað eisini aftur í føroysku elnýtsluni, at fíggjarkreppan kring um okkum eisini hevur rakt okkum

Elframleiðslan hjá SEV bar 1,3 pst. minni í februar samanborið við sama mánað í fjør. Í januar var framleiðslan 1,9 pst. størri enn í januar í fjør, og sostatt var talan um ein lítlan vøkstur samanlagt í elframleiðsluni tveir teir fyrstu mánaðirnar í ár uppá 0,3 pst. sammett við somu mánaðir í fjør.

SEV hevur í fíggjarætlan síni í ár roknað við einum nullvøkstri í framleiðsluni vegna fíggjarkreppuna. Í fjør vaks framleiðslan 2,4 pst. Í tólv mánaðarskeiðnum frá 1. mars í fjør til 28. februar í ár hevur talan verið um ein vøkstur í elframleiðsluni uppá 1,6 pst.

SEV sigur á heimasíðuni, at í meginøkinum minkaði elframleiðslan í februar 1,5 pst. samanborið við februar í fjør, meðan framleiðslan í Suðuroy vaks 0,6 pst. Í januar vaks framleiðslan í Suðuroy heili 5,1 pst og í meginøkinum 1,6 pst. í mun til sama mánaða í fjør. Samanlagt vaks framleiðslan í Suðuroy tveir teir fyrstu mánaðirnar í ár 2,9 pst. samanborið við tveir teir fyrstu mánaðirnar í fjør, meðan framleiðslan í meginøkinum bert vaks 0,1 pst.

Tveir teir fyrstu mánaðirnar í ár var framleiðslan 48.170 mWh ímóti 48.015 mWh somu mánaðir í fjør. Av hesum stavaðu 25.140 mWh frá termiskari orku (+ 0,6 pst), 20.346 mWh frá vatnorku (- 2,6 pst) og 2.685 mWh frá vindorku.