Vit bløða út upp á hendan mátan

Føroyar eru ein klekingarmaskina av ungdómi til útheimin

 

- Eg beri stórliga ótta fyri at vit kunnu sigla okkum út av eggini!

 

So dapurstskygdur var Petur Jacob Sigvardsen, lærari, fólkalívsfrøðingur og rithøvundur, í kjaksending á Rás2 seinnapartin í gjár.

 

Hann sigur, at ein ovurstórur vansi er, at støðan í Føroyum tann, at vit klekja okkara ungdóm til starv í útheiminum.

 

Ella sagt øðrvísi, so útbúgva føroyingar seg til størv í útlandinum.

 

Hann staðfesti tað, sum so mong onnur hava staðfest, at fólkatalið í Føroyum er minkað í nógv ár, tó at tað aftur er vaksið eitt sindur í seinastuni.

 

Hann er samdur við teimum sum siga, at hetta er størsta avbjóðingin, føroyska samfelagið hevur.

 

Í hesum sambandi heldur hann, at at okkara útbúgvingarverk er ein ómetaliga stór avbjóðing.

 

Men tað er als ikki samsvar ímillum tær tær útbúgvingar, føroyingar taka, og teir starvsmøguleikar, sum eru í Føroyum.

 

- Í fjør frættist, at av teimum 2000 fólkunum, sum útbúgva seg uttanlands, koma 1000 ikki heimaftur.

 

- Siga vit, at tað kostar eina millión at geva einum fólki hægri útbúgving, missa vit eina milliard av teimum 1000 føroyingunum. Hetta er bara í pengum, tí tá er ikki mett um tað menniskjansliga virðið, sum liggur í hesum fólkum.

 

- Tað, sum er heilt galið hjá okkum, er, at tað ber ikki til at útvega arbeiðspláss til útbúnar føroyingar.

 

- Vit eru dugnalig at útbúgva fólk. Vit hava eina vøru, men tað er eingin eftirspurningur eftir vøruni, sigur hann.

 

- Tí eru vit ein klekingarstøð til útheimin. Tað hava føroyingar ikki ráð til og tað er størsta álvarsmál í Føroyum.

 

- Vit bløða vit út upp á hendan mátan, leggur hann afturat.

 

Petur Jacob Sigvardsen segði, at tað er stutt og greitt ikki samsvar ímillum útbúgvingarnar, føroyingar taka, og eftirspurningin eftir starvsfólki í Føroyum.

 

Men tað er hetta, sum er lívsgrundarlagið undir samgfelagnum.

 

- Hava vit ikki starvsmøguleikar til tey, sum útbúgva seg, nyttar einki við tunlum og vegum, sigur hann.

 

Hann vísir á, at í føroyingar í hópatali útbúgva seg til námsfrøðing, sjúkrarøktarfrøðing, sálarfrøðing, løgfrøðing o.s.fr.

 

- Men vit klára ikki at útvega størv til øll hesi fólkini og tískil útbúgva vit tey av landinum.

 

Hann sigur, at tað er eingin møguleiki, at hetta kann halda fram.

 

Hann minnir á, at í fjør var tað frammi, hvussu stórur trupulleiki tað var, at so nógvir av teimum nýútnúnu lærarunum, ikki fingu starv.

 

Men tað varð nevnt í kjakinum í gjár, at vit kortini halda fram at útbúgva hundraðtals lærarar, hóast barnatalið minkar og skúlar verða lagdir saman, sum alt samalt minkar á tørvin á lærarum.


Trýst eisini á: Loysir tað seg ikki at búgva í útjaðaranum, og hoyr kjakið á Rás2 í gjár um fráflyting av bygd til Havnar og úr Føroyum til umheimin