Føroya Pedagogfelag hevur mangan víst á manglandi lóggávuna á t.d. serstovnaøkinum. Starvsfólk, ið starvast á sambýlum, virkishúsum, umlættingarheimum, verkstøðum, og øðrum stovnum, hava sum so bert sín fakliga stoltleika at halda seg til.
Tað eru ongar lógarfestar ásetingar, sum tilskila, hvør uppgávan hjá starvsfólkunum á serstovnaøkinum er. Og tað er als ikki haldbært longur – hvørki fyri bú- ella starvsfólk.
Fyrrverandi landsstýrismaðurin í almanna- og heilsumálum, Hans Pauli Strøm, var fleiri ferðir alment frammi við, at nú skal lógarsmíðið fara í gongd. Men enn er púrasta onki hent hesum viðvíkjandi, og tað kunnu vit sum fakbólkur als ikki góðtaka. Serstovnaøkið er við at sindrast vegna væntandi lógarásetingar.
Nú hava vit fingið nýggja landsstýriskvinnu í almannamálum. Rósa Samuelsen hevur somuleiðis alment kunngjørt, at nú skal skil fáast á økið. Hetta er eisini niðurfelt í samgonguskjalið, eins og tað var í síðsta samgonguskjali.
Føroya Pedagogfelag hevur nógvar limir, sum starvast innan serstovnaøkið. Hetta eru starvsfólk við nógvari og hollari vitan, sum sjálvandi skuldu verið við í einum arbeiðsbólki, sum vónandi verður settur at fyrireika lógarsmíðið.
Okkara uppskot er, at umboð fyri fólk við skerdum førleika, umboð fyri Føroya Pedagogfelag, umboð fyri starvsfólk á serstovnaøkinum , umboð fyri Javna, umboð fyri MBF og umboð fyri Almannaráðið skulu manna henda arbeiðsbólk. Latið okkum nú fara til verka, áðrenn ov seint er.