Vit bíða í spenningi

Seinastu árini hevur gongdin verið døpur og nú gongur roknistykkið ikki upp

Hesi seinastu árini, hevur gongdin verið døpur, og nú bíða vit í spenningi eftir at vita, hvussu tað verður næsta ár.

 

Tað sigur formaðurin í Føroya Lærarafelag, Herálvur Jacobsen, í oddagreinini í nýggja Skúlablaðnum.

 

Hann vísir á, at í 2010 steðgar játtanin til fólkaskúlan upp og tað var ein hvøkkur, tí samstundis varð virksemið økt árini frammanundan

 

Til í fjør hevur játtanin til fólkaskúlan staðið í stað og er síðan hækkað eitt lítið vet. Men í roynd og veru merkir tað, at játtanin til fólkaskúlan er lækkað, samstundis sum at uppgávurnar, skúlin skal røkja, eru vorðnar nógv fleiri.

 

Útrokningar úr Mentamálaráðnum siga, at skal lønin hækka eitt prosent um árið, og við øktum útreiðslum til eftirløn, hækka útreiðslurnar til fólkaskúlan fimm milliónir krónur um árið.

 

Við einum undantaki, hevur játtanin til fólkaskúlan hvørki lagt upp fyri øktum pensjónsútreiðslum, ella lønarhækking, og sostatt  er hon í roynd og veru lækkað minst fimm milliónir krónur um árið, samstundis sum at virksemið er munandi vaksið.

 

- Nú er eyðsýnt, at roknistykkið ikki gongur upp, sigur Herálvur Jacobsen.

 

Tað er ført fram, at barnatalið er minakð og tí kann játtanin minka,

 

- Men tað er ikki so, tí seinastu átta árini hevur barnatalið í fólkaskúlanum verið tað sama.

 

Hinvegin eru nakrir av smærru skúlunum niðurlagdir, tí barnatalið í útjaðaranum lækkar. Samstundis hava foreldur sent børnini í størri skúlar nærhendis.

 

- Hendan harmiliga gongdin hevur spart Mentamálaráðnum pengar.

 

Formaðurin í Lærarafelagnum vísir á, at samstundis fáa teir einstøku skúlarnir nú færri tímar, so nú er tað bara so dánt, at børnini fáa ta lógarkravdu undirvísingina.

 

Játtanin minkar, men uppgávurnar veksa og tað førir við sær, at tá ið kravt verður, at virksemið skal vekast á einum øki, má tað minkast á einum øðrum øki.

 

- Serliga harmast lærarar, at tíðin til virksemi tengt at undirvísingini, eitt nú at arbeiða við trivnaði, støðugt er minkað, samstundis sum undirvísingarparturin er øktur.

 

Hann sigur, at tí bíða tey í spenningi eftir nýggju fíggjarlógini.