– Vit ansa eftir G!-Festival gestunum

– Vit elska at ganga her. Tað er stuttligt og gott at vera millum øll hesi ungu fólkini, sigur Randi Borðoy, sum hevur ábyrgd av arbeiðnum hjá sjúkrasystrunum á G! í ár.

– Uppgávan hjá okkum er at ganga runt á økinum og ansa eftir. Um fólk hava brúk fyri hjálp, so eru vit har fyri at hjálpa teimum.

 

Soleiðis sigur Randi Borðoy, sum er ein av teimum nógvu sjúkrasystrunum, sum eru til arbeiðis á G!-Festivalinum í ár.

 

Sjúkrasystrarnar hava basa á Varðanum, har tær hava møguleika at leggja fólk. Hvønn dag eru 10 á vakt í senn, og tveir læknar eru eisini á vakt, sum kunnu hjálpa, um tað er okkurt læknaligt. Til dømis um onkur skal seymast. Eisini er en hjálparmaður knýttur at toyminum, sum koyrir bil, um tørvur er á at koyra fólk frá økinum til basan.

 

– Tá tær stóru konsertirnar eru á Sandinum, geva vit vatn út til tey, sum eru har. Og annars ansa vit bara eftir G!-gestunum.

 

Sjúkrasystrarnar á G! arbeiða í 12-tímars vaktum. Í gjár var eitt hold, og í dag er eitt nýtt, og í morgin er eitt nýtt.

 

Higartil hava tær ikki havt so nógv at gera - og tað verður betraktað sum eitt gott tekin.

 

– Í gjár var, sum eg havi skilt á lagnum, rættiliga friðarligt. Tað var ikki so nógv at gera. Veðrið var gott, og tað sær tað út til aftur at verða í dag. So vit hopa, at tað ikki verður so nógv at gera í dag. Ongantíð betur, um einki er at gera, sigur Randi Borðoy.

 

Fleiri av sjúkrasystrunum, sum hava vakt á G!, hava verið sjúkrasystrar á G! í fleiri ár.

 

– Vit elska at ganga her. Tað er stuttligt og gott at vera millum øll hesi ungu fólkini. Man sær tey hugna sær, og man hoyrir góðan tónleik. Eisini gott at vita, at man ger okkurt gott.