Visuellar effektir - nýggj grein í føroyskari filmsframleiðslu

”The Anatolian Leopard” er fyrsti altjóða filmur við so umfatandi visuellum effektum, sum ein føroysk fyritøka hevur gjørt.

Visuellar effektir er nýggj grein í føroyskari filmsframleiðslu. Mikudagin er høvið at síggja størsta føroyska avrik hjá Tectonic VFX á hesum øki. Tað er í altjóða filminum ”The Anatolian Leopard”, sum Emre Kayiş, ið er føddur í Ankara í 1984, hevur leikstjórnað. Emre er hugtikin av storytelling - at siga søgur á filmi. Filmsfelagið frumsýnir í Føroyum.

 

Um filmin

 

Í eini roynd at steðga privatiseringini av arbeiðsplássinum, knýta einsami stjórin og tigandi skrivstovukvinnan í elsta turkiska djóragarðinum óvæntað bond, tá tey vilja fjala, at elsta dýrið í garðinum, hin anatolski leopardurin, er deyður. Tá tey siga, at leopardurin er rýmdur, missa tey tamarhaldið á søguni, tí fleiri siga seg hava sæð dýrið, sum fer at liva sítt egna lív í stilla og gráa høvuðsstaðnum.

 

Føroysk framleiðsla

 

Fyri Adomeit Films er Jón Hammer medframleiðari, og Tectonic VFX, har Andrew Bandara er stjóri, hevur staðið fyri visuellu effektunum í ”The Anatolian Leopard”. Hetta er fyrsti altjóða filmur við so umfatandi visuellum effektum, sum ein føroysk fyritøka hevur gjørt. Vissuliga kann sigast, at hetta er nýggj grein í føroyskari filmsframleiðslu.

 

Fleiri virðislønir

 

Higartil hevur ”The Anatolian Leopard” vunnið nýggju virðislønir, m.a. FIPRESCI virðislønina á altjóða filmstevnini í Toronto (TIFF).

 

Sýningin hjá Filmsfelagnum í Havnar Bio er almenn.

 

FILMSFELAGIÐ: 27/4 kl 20:00 The Anatolian Leopard (Emre Kayiş Turkaland, Týskland, Pólland, Føroyar 2021 91 min)

 

##med2##

 

##med3##