Vistu ikki hvør skuldi búgva í húsinum

Andrass Róin, stjóri á Bústøðum, sigur, at Bústaðir ongantíð visti nakað um, hvør skuldi búgva í sambýlinum, sum Almannaverkið ætlaði at stovna á Íslandsvegi.

Í samskiftinum millum Almannaverkið og Bústaðir, sum in.fo hevur fingið innlit í, skrivar Bústaðir, at tey ivast í, hvørt tað er rætt at lata fólk við "kriminellari atferð og djúptøknum psykiatriskum trupulleikum" sleppa at búgva í einum vanligum grannalagi.

 

Andrass Róin vil vera við, at fundarfrágreiðingin, har hesar orðingar eru endurgivnar, ikki er góðkend av Bústøðum, og sigur annars, at Bústaðir ongantíð visti nakað um, hvønn Almannaverkið ætlaði at lata búgva í húsinum.

 

Andrass Róin sigur annars, at avtalan við Almannaverkið var havnað, við tað, at Bústaðir vóru ikki heilt vísir í, hvussu reglurnar og skipanirnar vóru, hvat sambýlum galt. Hann vísir á, at talan er ikki um, at Almannaverkið skal leiga íbúðir frá Bústøðum, men at talan er um at leiga eini hús út til Almannaverkið at nýta sum sambýli.

 

Hoyr alla samrøðuna við Andrass Róin, við at trýsta á pílin undir myndini.