Eftir 10 ár við útlendskum venjarum er tað nú ein føroysk loysn, sum skal roynast í HB. At eitt somikið sigursvant felag velur at seta ein rættiliga óroyndan venjara, kann væl tykist nakað vágið, men stjórin í P/F Havnar Fótbóltur, ristist als ikki á hondunum, tá sáttmálin varð undirskrivaður.
- Tað kann væl vera, at Rúni ikki hevur tær heilt stóru royndirnar sum venjari. Men hann hevur so vunnið uppflyting til Formula-deildina við øðrum feløgum tvey ár á rað, sigur Steinfinnur.
- Men hinvegin vita vit, hvat Rúni stendur fyri. Hann er ein vinnaratypa, sum bæði undir venjing og dysti gongur á odda. Og hann hevur ein sera hollan kunnleika til HB. Bæði um felagið sjálvt, og um spælarahópin.
Og Steinfinnur leggur afturat, at teir ongan tíð ivaðust í, at Rúni fyrr ella seinni var at síggja aftur í HB.
- Tað hevur onkursvegna altíð ligið í kortunum. Síðani hann gavst sum spælari hjá okkum í 2005, havi eg verið púrasta vísur í, at vit fingu hann aftur. Antin sum venjara ella kanska innan nevndararbeiðið í felagnum.
- Og hartil kemur so, at tíðin helst eisini var búgvin, til at vit í HB nú aftur hava eina føroyska loysn. Vit hava havt útlendskar venjarar í 10 ár. Og hóast tað eisini hevur hilnast væl, so var tíðin helst komin til nakað annað. Og tá møguleikin nú beyðst við Rúna, so ivaðust vit onga løtu, haldi eg meg kunna siga.