Visti tú tað?

Rigmor Dam, valevnið hjá Javnaðarflokkinum

Land okkara stendur á einum vegamóti, har vit nú skulu velja, annaðhvørt at byrgja okkum inni, ella at lata upp fyri samstarvi við útheimin.

Tí hóast vit landafrøðiliga eru fjarskotin, so eru vit ikki politiskt og tøkniliga avbyrgd.

Nútíðin, globaliseringin og danski limaskapurin í ES, gera, at vit noyðast at fylgja við og taka ábyrgd á uttanríkispolitiska økinum.

Næsta stóra stigið, verður at fáa í lag eina avtalu við donsku stjórnina um uttanríkispolitiskar heimildir.
Endamálið við hesari avtalu er, at vit fáa upp í hendurnar rættin til at samráðast uttanlands, okkara vegna.

Og tey siga: Tað fer danska stjórnin ongantíð at ganga við til. Grundlógin forðar.

Men vit siga: Javnaðarflokkurin dugur at finna semjur og at røkka úrslitum.

Latið okkum taka veruleikan og umheimin, og ikki minst nútíðina í hondina og leiðast inn í framtíðina - saman.

Tí - vit ræðast ikki framtíðina
Og - vit trúgva uppá samstarv, sum gevur úrslit
saman mynda føroyingar nýggju Føroyar.

Góði Javnaðarveljari
Far á val. Vel meg ella annað umboð á Javnaðarlistanum. Sit ikki heima. Tín atkvøða kann vera hon, sum ger munin.

Takk fyri og gott val.