Føroyska Linda Andrews sang leygardagin kór hjá danska Eurovision vinnaranum DQ, men Linda arbeiðir eisini sum einstaklingur, fyri jól var stakfløga við henni givin út í USA Navnið Linda Andrews er ikki longur heilt ókent í USA.. Fyri jól var RnB stakfløgan Hot Santa givin út í USA. Ein seksutur jólasangur, ið m.a. eisini fæst til keyps á okkara leiðum t.d. á TDC Online og á Amazon.
Hóast lagið var givið út í fjør undir hennara navnið, so var tað ikki fyrr enn í síðstu viku, at Linda sjálv varð greið yvir, at lagið var givið út.
- Hatta er ein demo, ið eg sendi til USA síðsta summar. Hon var upprunaliga ikki ætla til útgávu. Eg havi ikki frætt aftur frá teimum, og nú síggi eg, at lagið er givið út, og enntá í mínum navni, høvdu tey givið tað út undir onkrum øðrum navni, hevði eg neyvan funnið útav tí. Eg má nú seta meg í samband við tey, tí onkur vinnur pening uppá hetta, og tað er ikki eg, sigur Linda.
Hon er heldur ikki heilt nøgd við lagið, ið jú varð sungið inn til demo nýtslu og ikki til útgávu. Hon tykist tó, at taka alt hetta við einum smíli og heldur, at tað á onkran hátt er nokkso skeg.