Vistfrøðilig vitjan

Seinast í hesum mánaðinum kemur Gunnar A. Gunnarson úr Íslendska stovninum fyri vistfrøðiligar framleiðsluhættir á vitjan í Føroyum

Vistfrøði

TÚN er íslendski stovnurin fyri vistfrøðiligar framleiðsluhættir, og í døgunum frá 26. apríl til 3. mai kemur Gunnar A. Gunnarson, stjóri, á Føroyavitjan.
Í 1998 tók TÚN stig til at dagføra íslendska standardin ájavnt við tann evropeiska standardin. Vistfrøðilig góðkenning er at sammeta við ISO 9000- góðkenningar har ein framleiðari ella eitt virkið verður góðkent til at framleiða ella viðgera eftir vistfrøðiligum reglum. Flestu lond hava slíka góðkenningarstovu og summi fleiri. Hesir stovnar eru undir eftirliti av IFOAM sum er altjóða eftirlitstovnur fyri vistfrøðiligari framleiðslu. Ein vistfrøðilig góðkenning er ein góðkenning av arbeiðsmetodum sum eru eftir ávísum standardi og undir støðugum eftirliti. Framleiðari sum er góðkendur fær loyvi at merkja sínar vørur við búmerki frá tí stovni hann er góðkendur og undir eftirliti av.
Føroyar og Grønland eru eftirbátar í hesum sambandi tí hesi lond hava ongar reglur ella standard fyri vistfrøðiligum framleiðsluhættum. Heldur eingin er góðkendur í hesum londum. Tá TÚN tók stig til, at dagføra íslendska standardin bjóðaðu teir føroyingum og grønlendingum við í eitt verkætlanarstamstarv sum síðani bleiv stuðla av NORA. Verkætlanin hevur síðani hildið á, til nú Íslend hevur fingið sín standard dagførdan ájavt við EU-standardin.
Føroyingar og Grønlendingar hava framvegis ongan standard, men hava verið við í verkætlanini fyri at fáa innlit í hesi viðurskiftir. Ætlanin er at Føroyar í fyrstu atløgu gera samstarv við Íslendingar á økinum og um onkur føroyskur framleiðari ella virkið hevur áhuga í at útvega sær vistfrøðiliga góðkenning er ein møguleiki at samstarva við TÚN sum síðani góðkennur viðkomandi.
Fæst fíggjarligur stuðul er ætlanin at fáa títt íslendska standardin til føroyskt mál. Tað var MBM sum tók av avbjóðingini frá TÚN og heitti síðani á undirritaða, um at verða føroyskt umboð í verkætlanarbólkinum.
Á vitjanini er ætlanin at halda almennan fund í Suðuroy, hitta umboð fyri landsstýrið og løgting, eins og viðkomandi stovnar og samstarvsbólkar sum hava áhugað ella hava verið við í verkætlanini. Á vitjanini er somuleiðis ætlanin at seta ein ella tveir inspektørar, ein umboðsmann fyri góðkenningarnevndina og ein umboðsmann fyri standardnevndina sum íslendska góðkenningarnevndin kann brúka sum staðkent umboð, um so verður, at áheitanir um góðkenning koma úr Føroyum. Seminar verða heildin fyri hesum umboðum og øðrum áhugaðum. Er tað nakar framleiðari, bóndi, virkið ella stovnur sum hevur áhuga í ella vildi fingið meir at vita um vistfrøðiliga góðkenning og arbeiðsmetodur eru øll vælkomin at seta seg í samband við undirritaða ella MBM.
Í flestum londum í vestur Evropa er vaksandi áhugi fyri vistfrøðilig framleiðslu. Serstakliga er tað Stóra Bretland, Noreg, Svøríki, Danmark og Finland sum seta sær sum mál at vaksa um vistfrøðiliga landbúnaðarframleiðslu. ES hevur í umbúna at kunngerða ein ?Eurpoean Action Plan? um at menna og økja vistfrøðiliga framleiðslu í ES. Nakað av vistfrøðiliga framleiddum vørum eru at fáa í føroyskum handlum, men hetta er enn alt innfluttar vørur, tí enn er eingin góðkendur framleiðari í landinum.