Vistferðavinna skjótast veksandi ferðavinna

Virðini í Føroyum eru so einastandandi sjáldsom í eygunum hjá øðrum, at hópur av fólki fegin vilja gjalda nógv fyri at koma higar, meta serfrøðinga

Vistferðavinna

 

Leygardagin skipaði SamVit fyri vistferðaráðstevnu í Norðurlandahúsinum, og í blaðnum í dag fara vit at siga eitt sindur um, hvat tey fyrstu, sum vóru á pallinum leygarmorgunin, søgdu. Í blaðnum í morgin er ætlanin at hava meira um ráðstevnuna.

Nú Føroyar eru kosnar at vera mest vitjanarverda oyggjaland í heiminum, er hugsandi, at hetta fer at gera, at nógv ferðandi fara at leggja leiðina hendanvegin.

 

John Hull við

Tann eini av serfrøðingunum, sum í kanningini hjá National Geographic var við til at velja Føroyar út sum mest vitjunarverda oyggjaland, Dr. John Hull, lektari á AUT University, helt eisini gestafyrilestur á ráðstevnuni.

Dr. John Hull greiddi frá, hvussu vit best kunnu ansa eftir hesum virðum, so vit framyvir kunnu varðveita okkara støðu á fyrstaplássinum – og fáa eina burðardygga vinnu burtur úr hesum.

Endamálið við ráðstevnuni um vistferðarvinnu er at seta fokus á, hvussu vit menna og marknaðarføra Føroyar sum vistferðavinnuland.

Ráðstevnan snúði seg í høvuðsheitum um, hvussu vit í Føroyum kunnu gerast meira varug við virðini í okkara náttúrliga og mentanarliga tilfeingi – og hvussu vit menna tey eyðkenni, sum gjørdu Føroyar til nummar eitt í kappingini hjá National Geographic.

Virðini í Føroyum eru so einastandandi sjáldsom í eygunum hjá øðrum, at hópur av fólki fegin vilja gjalda nógv fyri at koma higar og vilja uppliva Føroyar.

Hvat gera vit framyvir fyri at menna og varðveita júst tær dygdir, sum onnur virðismeta so høgt?

 

Veksur skjótast

Vistferðavinna er eitt slag av ferðavinnu, ið talar til vistfrøðiliga og sosiala tilvitan. Yvirhøvur snýr hetta seg um mentan, náttúruupplivingar, persónliga menning og um at nema sær vitan um nýggjar livihættir hjá øðrum londum.

Dýralív, plantulív og mentunarligi arvurin er tá fremsti atdráttur við einum ferðamáli.

Kanningar vísa nevniliga , at vistferðavinna er skjótast vaksandi slag av ferðavinnu, og at vistferðafólk leggja mest pengar eftir sær í teimum londum, tey ferðast í.