Tað nýggjasta innan útgerð til bilar eru multimedia-skipanir, har bilførarin hevur eina framkomna navigatiónsskipan at koyra eftir, meðan tey ferðandi í bilinum hava telduspøl, filmar ella annað undirhald á túrinum. Hetta er serliga ætlað børnum, sum ofta keða seg á longri túrum. Skíggjar til tey ferðandi sita undir loftinum ella á baksíðuni á nakkapútunum á framsetrunum.
Visteon Corporation framleiða eisini hita og aircondition-skipanir, kølarar, bilradio, fløguspælarar og nýggjar framkomnar lyktir til bilar, sum t.d. AFS (Advanced Front Lightning) bæði sum Halogen og Xenon. Hesar lyktirnar geva sera gott ljós í náttarmyrkri, í toku og ringum sýni um dagin. Visteon Corporation hava verksmiðjur í fleiri londum í heiminum við umleið 80.000 starvsfólkum.
Kelda: Motor Magasinet











