Eftir drúgva bíðitíð tykist Windows XP nú hava rokkið pensiónsaldrinum. Leingi hevur ljóðað, at nýggja Windows Vista stýriskipanin skuldi koma á marknaðin, men nú hevur Microsoft so sett dagfesting á. Tað verður nevnliga 30. januar, at nýggja skipanin verður send á handilshillarnar kring allan heim.