Óvist við VB-GÍ

Illfýsna veðrið kring landið sunnudagin hevði eisini sína ávirkan á fótbóltin. Longu væl undan dystinum á Toftum stóð greitt, at har var í øllum førum ikki spælandi, og tí fingu liðini bæði boð um, at her gjørdist einki. Ístaðin varð nýggjur dystur ásettur longu mánakvøldið, og ístaðin kundu toftamenn og runavíkingar fara við bili til Eiðis, har teir sóu argasta kappingarneytan seta stig til.
Heldur ikki í Vági eydnaðist at avgreiða dystin millum VB og GÍ. Her varð ein roynd gjørd, men eftir einum korteri stóð greitt, at tað var ikki spælandi, og tí valdi dómarin at floyta dystin av.
Nær hesin dystur verður leiktur, er enn ikki greitt. Sum skilst vóru gøtumenn hugaðir at gera eina nýggja roynd mánadagin, men hetta vildu vágbingar ikki, so í løtuni er ikki greitt, nær nýggjur dystur verður ásettur.