Vit vita ikki í løtuni, er stutta svarið hjá Sámali Ímundarsson, tá hann verður spurdur, um Dmitrije Jankovic og Herbert í Lon Jacobsen spæla við B36 í ár.
Dmitrije Jankovic skifti aftur til árstalsfelagið undan kappingarbyrjan í fjør. 35 ára gamli verjuleikarin hevði stór sveiggj í sínum avrikum. Nú nevndin so smátt er í holt við at byggja eitt nýtt lið upp frá grundini, er ikki vist, at tað verður pláss fyri serbanum.
- Hann er ikki ungur í fótbóltshøpi longur. Dmitrije veit, at hann skal ikki bíða eftir okkum, um hann fær tilboð frá øðrum feløgum. Spurningurin er, um B36 hevur fíggjarliga orku at hava hann í hópinum. Vit vóna at svara spurninginum skjótast tilber, sigur Sámal Ímundarsson.
Herbert í Lon Jacobsen hevur boðað frá, at hann umhugsar, um hann fer at spæla fótbólt yvirhøvur.










