Høgni Hoydal, formaður í Tjóðveldi, váttar, at hann hevur tosað við andstøðuflokkarnar, Javnaðarflokkin, Framsókn og uttanflokkamannin, Janus Rein.
Men formaður Tjóðveldis vil ikki siga nakað um, antin hann roknar við, at tingið verður kallað saman.
Aksel V. Johannesen, formaður í Javnaðarflokkinum, sigur, at er vilji til tess, so fer Javnaðarflokkurin ikki at forða fyri tí, men tað gevir eftir hansara meting ikki serliga nógva meining at kalla tingið saman, uttan at samgongan er við so ella so.
- Tað var eitt uppskot lagt fram um eina økta eykajáttan, men tað feldi samgongan, og uttan so, at samgongulimur hava broytt meining, dugi eg ikki at síggja nakra meining í at kalla tingið saman, sigur Aksel V. Johannesen.
Høgni Hoydal váttar, at hann hevur ikki tosað við samgonguna um møguleikan at kalla tingið saman. So í løtuni er ikki greitt, hvar málið stendur.