Óvist um Athena verður flutt

Á tíðindafundinum, sum fútin skipaði fyri seinnapartin kom fram, at umhugsað verður, um Athena skal flytast, ella hon skal verða verandi á Skálafjørðinnum. - Vit meta støðuna at vera á lægsta katastrofustigi, og tað merkir, at tað eru lokalu myndugleikarnir, sum hava ábyrgdina av støðuni.

Tað segði Henrik Weihe, stjóri á Tilbúgvingini á tíðindafundinum seinnapartin.

Hallgrím Hansen, innsatsleiðari, og Sunleiv Højgaard, sløkkiliðsleiðari, luftaðu báðir tankan um at flyta Athenu av Skálafjørðinum og út á hav í tíðindasendingini á Rás2 á miðdegi, men nógv fyrilit skulu takast, áðrenn hetta verður gjørt.

- Tað eru fleiri partar, sum skulu taka eina slíka avgerð saman, og tað verður neyðugt at viga fyrimunir og vansar upp móti hvørjum øðrum, segði Hallgrím Hansen, innsatsleiðari.

Hann vísti á, at talan verður um at flyta trupulleikan frá einum stað til annað, og skal hetta gerast, mugu eyðsýndir fyrimunir vera við avgerðini.

- Verður Athena sleipað út á opið hav, so verður tað MRCC, sum tekur yvir ábyrgdina av skipinum, segði Henrik Weihe.

Fyribils verður Athena tí liggjandi á Runavík.