Óvist nær Viljormur spælir aftur

Landsliðsbakkurin hevur havt eitt misjavnt kappingarár orsakað av skaðum.

Vanligi vinstri bakkurin á føroyska fótbóltslandsliðnum, Viljormur Davidsen, luttekur ikki í dystinum ímóti Liktenstein í dag. Orsøkin er, at bakkurin er skaddur í baklærinum, og hevur hetta verið gjøgnumgangandi fyri kappingarárið hjá Viljormi, har hann bert hevur spælt sjey dystir fyri Vejle.

 

- Eg veit ikki, nær eg verði klárur aftur. Sum heild hevur tað ikki verið mítt kappingarár. Eg havi verið rættiliga óheppin, sigur Viljormur Davidsen í viðmerking við heimasíðuna hjá Vejle Amts Folkeblad.

 

Víðari greiðir bakkurin frá, at skaðin merkist, tá ið hann skal seta ferð á.

 

- Eg megni at renna og súkkla, men eg fái trupulleikar, tá ið eg royni at spurta. Tað er jú tað, sum er avgerandi, sigur Viljormur við lokalu avísina í Vejle.

 

Viljormur Davidsen hevur spælt 13 landsdystir fyri Føroyar, men nær tann 14. verður spældur er óvist.