Óvist nær kommunulæknamálið skal fyri landsrættin

Ein nýggjur sakførari er orsøk til, at Eystari Landsrættur hevur tikið málið um kommunulæknan av skrá. Tað skrivar Kvf í dag. 

 

 

Eftir ætlan skuldi kommunulæknin fyri Eystara landsrætt frá 17. - 23. august í ár. Men nú er málið, har ein lækni er dømdur fyri at hava gjørt seg kynsliga inn á níggju kvinnur í samband við læknakanningar, útsett til eitt seinni tíðspunkt. Nær tað kemur fyri er óvist. 

 

 

 

Orsøkin er, at nýggi danski sakførarin hevur sent rættarlæknaráðnum nakrar spurningar, veit Kringvarpið at siga í dag. Og somuleiðis skulu nakrar læknaligar kanningar av skaðunum, sum kommunulæknin hevði í hondini, gerast aftrat teimum, sum vórðu gjørdar í samband við rættarmálið í Føroya rætti. 

 

 

 

Eystari landsrættur er sambært Kringvarpinum aftur í Føroyum um mánaðarskifti oktober-november, men tað er óvist, um tað kemur á rættarlistan tá. 

 

 

 

Kommunulæknin fekk annars hálvt annað ára fongsulsrevsing, tá ið hann varð dømdur í Føroya rætti. Samstundis dømdi rætturin hann at missa læknaloyvi og at skula rinda kvinnunum endurgjald. Men kommunulæknin gjørdi av, at skjóta málið inn fyri Landsrættin.