Tað verður ikki fyrr enn einaferð í august, at málið um skeinkiloyvi fær viðgerð. Nú bíðar Finnbogi Arge eftir at tey tvey tilmælini koma á borð hansara í Tinganesi.
Hóast tú ikki hevur fingið tilmælini, so kennir tú niðurstøðuna?
Eg kann ikki gera viðmerking til hetta, av tí at eg ikki kenni grundgevingina hjá Býráðnum, sum mælir til 40 skeinkiloyvi. Heldur ikki havi eg formliga fingið tilmæli frá Rúsdrekka og narkotikaráðnum, sigur landsstýrismaðurin.
Umframt at taka støðu til talið av skeinkiloyvi, skal støða takast til, hvussu hesi bæði tilmæli skulu vigast upp móti hvør øðrum, av tí at tey vísa á hvør sína leið.
Harnæst verður tikið við í umhugsanini, at av tí at tilmælini eru so ymisk, so skal politiskt takast hædd fyri endaligu avgerðini.
Alment hevur Rúsdrekka og narkotikaráðið tilkið støðu, við at siga, at ongar broytingar skulu gerast á økinum, meðan Býráðið mælir til 40 skeinkiloyvi tilsamans.
Hvussu nógv skeinkiloyvi heldur tú er rættast at lata?
Tað kann eg ikki siga í núverandi støðu. Eg veit ikki um úrslitið verður 40 skeinkiloyvi ella bert nøkur fá aftrat núverandi skeinkiloyvum, sigur landsstýrismaður, sum bert veit, at avgerðin helst verður tikin til málið seint í august mánaða.