Óvist hvør eigur altartalvuna

Kirkjuráðið í Dómkirkjuni heldur fast við, at kirkjan eigur talvuna, sum hevur hingið í kirkjuni í 181 ár. Statens Museum for Kunst sigur hinvegin, at altartalvan er lán og donsk ogn

Í 1829 fekk Havnar kirkja nýggja altartalvu, og sama altartalva hongur framvegis í kirkju. Jesu Gravlegging, sum danski listamálarin Blunch Ditlevmálaði nøkur ár frammanundan.
Hóast altartalvan hevur hingið í Havnar kirkju í meir enn 180 ár, er spurningurin, hvør eigur altartalvuna, enn ikki svaraður.
Fyri einum góðum ári síðan fekk Havnar kirkja bræv frá Statens Museum for Kunst.
Í brævinum stendur, at listasavnið eigur altartalvuna og hevur bara lænt hana ú til Dómkirkjuna.

Ivasom tilsøgn
Kirkjuráðið hevur skrivað aftur til listasavnið, at altartalvan hevur hingið so leingi í kirkjuni og má tí metast sum ogn. Víst varð eisini til, at Statens Museum for Kunst í brævi í 1986 boðaði Ejvindi Vilhelm, táverandi bispi í Føroyum frá, at “man anser maleriet, sum har befundet sig i Thorshavn siden 1829, for definitivt afgivet”.
Statens Museum for Kunst stendur við sítt og heldur ikki, at maðurin, sum gav Føroya bispi hesi boð, hevði heimild til at geva hesa tilsøgn.
Skjøl, sum Sverri Dahl, próstur fann fram, vísa, at føroyingar sjálvir rindaðu fyri at seta talvuna upp, og tað kostaði ikki einki.
Í 1970 fekk Sverri Dahl bræv frá Statens Museum for Kunst um altartalvuna:
“Christi Gravlæggelse tilhører ganske rigtig Statens Museum for Kunst, men må betragtes som et depositum på ubegrænset tid”.
Ása Justinussen, forkvinna í kirkjuráðnum sigur, at Statens Museum for Kunst hevur mælt til at gera ein leigusáttmála fyri 75 ár, men kirkjuráðið hevur enn ikki svarað. Samskiftið er ikki liðugt enn.
Um so er, at danska savnið eigur altartalvuna, merkir tað ikki, at hon ikki verður hangandi í Havnar kirkju.