Óvissa um toppdystin

23. umfar í næstbestu fótbóltsdeildini er á skránni seinnapartin. Sambært skránni skuldu toppliðini bæði, VB/Sumba og AB, bresta saman á Vágseiði. Ætlanin var, at fyrsta bríkslið skuldi verða klokkan 15.45. Argjamenn vóru á veg suður við Smyrli í morgin. Orsaka av maskinbreki vendi Smyril aftur til Havnar, og hann fer ikki av Havnini fyrrenn klokkan 14. Tí er ógreitt, nær dysturin í Vági verður spældur. Fyrrapartin ljóðaði, at dysturin var útsettur inntil seinnapartin í morgin. Men hetta er ikki endaliga váttað enn.

Triðja liðið í kappingini um at flyta upp er 07 Vestur. Á pappírinum eiga vágamenn lættan setning, tá ið botnliðið EB/Streymur fer at vitja í Sørvági.

 

23. umfar

07 Vestur-EB/Streymur: Rói Jacobsen kl. 15.00

Víkingur-TB: Andrew Christiansen kl. 15.00

VB/Sumba-AB: Alex Troleis kl. 15.45

NSÍ-B68: Bárður Mortensen kl. 16.30

HB-KÍ: Birgir Sondum kl. 15.00

 

Støðan

VB/Sumba 53

AB 52

07Vestur 50

TB 42

Víkingur 27

HB 21

NSÍ 20

B68 18

KÍ 17

EB/Streymur 13

HB og KÍ hava spælt 21 dystir, og øll hini hava spælt 22 dystir.