Ósemja
Tað eydnaðist ikki at hava fundin, sum ætlanin var at hava um nýggja sandoyarkipið, Teistan í gjár.
Annars høvdu Fíggjarmálastýrið og Skipara- og Navigatørfelagið avtalað at hava fund á Sandi í gjár í eini roynd at loysa ósemjuna um Teistan.
Fundurin skuldi vera seinnapartin, men hann mátti útsetast. Síðani var ætlanin at halda fundin í gjárkvøldið kl. 19. Men á miðdegi í gjár var tað eisini ivingarsamt. Sostatt verður fundurin ikki, fyrrenn í dag.
Orsøkin er, at Ellintur Abrahamsen, formaður í Skipara-og Navigatørfelagnum, hevur verið í Skotlandi á silvurbrúdleypsferð. Hann skuldi koma heimaftur í gjáramorgunin, men flogfarið varð seinkað og seinastu fráboðaninar søgdui, at tað fleyg beint eftir miðdag í gjár.
Ellintur Abrahamsen sigur, at á fundinum mugu ymisk ivamál ruddast av vegnum. Eitt nú tvíheldur heldur Skipara- og Navigatørfelagið um, at Fíggjarmálastýrið hevur bjóða felagnum at ólka Teistan í bólki 1, har bara Smyril er frammanundan.
Men síðani er tilboðið tikið aftur, og nú skal Teistin ístaðin setast í bólk tvey, har Dúgvan og Ternan eru. Tað hevði felagið góðtikið, men trupulleikin hevur verið at finna lønarkarmin fyri yvirmenninar