Óvissa um Jóannes Eidesgaard

Tað er ikki vist, um Jóannes Eidesgaard tekur á seg landsstýrissessin í fíggjarmálum. Hann verður møguliga vanligur tingmaður vilja keldur vera við. Telvingin millum ABC flokkarnar endaði í morgun við, at Kaj Leo Johannessen verður løgmaður. Hetta er tað einasta vit vita við vissu í skrivandi løtu um hvørji fólk fara at manna landsstýrissessirnar. Men í politiska umhvørvinum í Løgtinginum í morgun vóru ábendingar frammi um, at tað er als ikki vist, at Jóannes Eidesgaard fer at taka við fíggjarmálaráðharrasessinum. Keldur vilja vera við, at hann møguliga fer at gerast vanligur tingmaður aftur. Hóast tað ikki er avgjørt enn, so er lítið at ivast í, at formaðurin í Fólkaflokkinum verður uttanríkisráðharri. Sjálvur hevur Jørgen Niclasen verið ein av heitastu talsmonnunum fyri, at vit fingu eitt uttanríkisráð.

Gitt verður longu dúgliga um hinar landsstýrissessirnar. Keldur í Sambandsflokkinum vilja vera við, at Johan Dahl verður vinnumálaráðharri og Rosa Samuelsen verður almannaráðharri. Jákup Vestergaard verður helst fiskimálaráðharri og Annika Olsen innlendismálaráðharri. Landsstýrisfólkini hjá Javnaðarflokkinum verða helst Hans Pauli Strøm, heilsumál og Helena Dam á Neystabø mentamál. Um Jóannes Eidesgaard ikki tekur við sum fíggjarmálaráðharri so verður Eyðgunn Samuelsen nevnd sum ein møguleiki.