Byrjað varð við hesum sendingunum seinasta fríggjadag, og líkt er til at fólk eru fegin um sendingarnar.
Serliga stór man gleðin kortini vera millum tað eldra ættarliðið, sum dámar væl at hyggja eftir andaligum sendingum á sjónvarpsskíggjanum.
Tey á Televarpinum eru vitandi um, at fleiri teirra ikki hava skilt so væl ta ensku taluna sum nýtt verður á God Channel.
- Tá vit so royndu at fáa signalið frá Visjon Norge inn - og tað eydnaðist okkum - ja, so byrjaðu vit bara at senda frá teimum, sigur Laila Hentze, stjóri.
Enn hava tey í Televarpinum ikki tikið støðu til, hvussu leingi tey fara at senda sendingarnar hjá Visjon Norge í hesum umfarinum.
Royndartíð
TV Visjon Norge er fyrsta kristna sjónvarpsrásin í Norðurlondum, sum sendir 24 tímar sjónvarp um samdøgrið. Hetta hevur verið gjørt síðani í mars mánaði 2003.
Rásin verður fyrst og fremst fíggjað umvegis gávur frá trúføstum stuðlum, sum taka undir við visjónini um at røkka norðmonnum, svium, dønum - og nú eisini føroyingum - við gleðiboðskapinum.
Í dag hevur rásin fleiri enn 30 fólk í arbeiði, og arbeiðir bæði innan sjónvarp, útvarp, neyðhjálp, missión, umsorgan, bíbilskúla og kirkjur.
Fyrimunurin hjá føroyingum er, at tey skilja norska málið sum verður borið fram í sendingunum, og kenna helst eisini fleiri av talarunum og nógvar av sangunum, sum verða frambornir.
Hóast rásin sendir alt samdøgrið í Noregi, Svøríki og Danmark, er ikki vist at føroyingar fáa møguleika at síggja allar sendingarnar.
- Vit fara nú at hava hesa rásina opna í eina tíð, og so fáa vit at síggja, hvussu vorðið verður víðari fram, sigur Laila Hentze.
Á Televarpinum sást God Channel frá klokkan 22 til 18.