Havnar kommuna hevur stórar ætlanir fyri Steinatúni og umfata tær eisini veghæddina í gamla bankabygninginum í Niels Finsensgøtu. Har er ætlanin at gera eitt stórt innandura torg, sum fólk kunnu samlast á.
Ein av meiri eyðsýndu býarmyndunum í Havnini í dag, Visit Tórshavn, fer at flyta niðan í bankabygningin. Visit Tórshavn, ella Kunningarstovan, hevur seinastu árini verið á Vaglinum, í hølunum hjá Gamla Bóhandli. Tað, at Visit Tórshavn flytir út, kemur væl við hjá Gamla Bókhandli, sum hevur ætlanir um at víðka um virksemi.
Umframt Visit Tórshavn, fer Tjaldurs Apotek at lata eina deild upp í miðbýnum, eins og at kommunan júst hevur lagt kafevirksemi í bygninginum út til alment útboð.
- Nú fáa vit ein veruligan skáa í miðbýnum, eitt stórt torg til innandura uppihald, har fólk kunnu detta innar, kroka ella t.d. síggja listaframsýningar ella fáa sær ein drekkamunn. Tjaldurs Apotek hevur áhuga at gera eina deild á hæddini og kunningarstovan Visit Tórshavn flytir niðan, nú Gamli Bókahandil fer at víðka sítt virksemi, sigur Heðin Mortensen, borgarstjóri.
- Hetta fer at skapa væl av virksemi og nógv lív í miðbýnum, sigur Heðin Mortensen, borgarstjóri, sum frøist um, at býráðið í gjárkvøldið samtykti at játta 1,8 miljón til endamálið, soleiðis at farið verður undir arbeiðið beinanvegin.










