Í blaðnum er nógv um hondbóltin, sum byrjar hetta vikuskiftið. Eisini er blaðið Vísindavøka í blaðnum, sum Granskinarráðið stendur fyri í sambandi við Vísindavøkuna 2022, sum verður í Løkshøll í Runavík 23. september.
Fyri fyrstu ferð verður Vísindavøkan hildin í Løkshøll.
Vísindavøkan verður hildin fríggjadagin 23. september frá morgni til seint seinnapart.
Framløgur vera í fyrilestrarsalinum, meðan tiltøk serliga ætlað børnum og ungum vera í kantinuni og í teltum uttanfyri.
Á skránni verða framløgur, tiltøk og framsýningar bæði inni og úti.
Umframt tiltøkini í Løkshøll verður Vísindavøkan eisini á ferð aftur við framløgum, hesa ferð í Havn, í Klaksvík, í Sørvági, á Sandi og í Hovi.
Tiltakið er alment og ókeypis.
Evnið á Vísindavøkuni 2022 verður Tíðarrák.
Tíðarrøðir hava alstóran týdning fyri gransking. Tíðarrøðir eru millum annað mátingar, dátur, lutir, skjøl, myndir og upptøkur, ið verða savnað og skrásett skipað og regluliga. Tær gera tað gjørligt hjá granskarum at greina tilgongdir, sum hava týdning fyri at skilja fortíð og nútíð og síggja rák, ið leiða inn í framtíðina.
Á Vísindavøkuni 2022 verða framløgur, framsýningar og tiltøk, ið á ymsan hátt lýsa týdningin av at kenna fortíðina fyri at skilja nútíð og framtíð.