Fríggjadagin letur ein forkunnug listaframsýning upp í Listaskálanum. Tað er Hansina Iversen, sum sýnir fram og framsýningin, ið kallast Anything is a Mirror, er opin til 30. november.
Niels Ohrt, Savnsstjóri ásannar, at fleiri gávuríkar, yngri kvinnur, hava tikið við, har Ruth Smith og Elinborg Lützen sleptu. - Og her stendur málarin, Hansina Iversen, á odda við sínum sterku og óvikiligu málningum, sigur hann.
Málningarnir á framsýningini eru málaðir hetta seinasta árið, og sum nakað nýtt hevur Hansina nú í tvær vikur málað ein risamálning á tveir ferðir sjey metrar til skilaveggin á savninum.
- Listin hjá Hansinu Iversen er klár, orkurík og sansalig og tí lætt atkomulig, men við sínum nonfigurativa dámi er tað eisini torført at kenna nakað aftur í henni, sigur Niels Ohrt.
|