Øll Visa Electron-kort verða nú skift út. MasterCard Debit-kortið, sum virkar á sama hátt sum Visa Eletron, loysir gomlu kortini av. Tað boðar Eik frá á sínari heimasíðu.
MasterCard Debit hevur saldueftirlit og kann brúkast í handlum og peningasjálvtøkum í Føroyum, uttanlands og á alnetinum.
Allir kundar hjá Eik, sum hava Visa Electron, fáa sendandi eitt MasterCard Debit-kort um stutta tíð.