Vísa aftur uppáhaldi hjá Prigozjin um Bakhmut

- Bakhmut er so gott sum kringsettur, og tað er nú bara ein vegur út úr býnum, sigur Wagner-leiðarin, Jevgenij Prigozjin, sambært Reuters.

Her á myndini er Jevgenij Prigozjin ikki staddur í Bakhmut, men í býnum, Paraskovijvka, siga ukrainar.

Tíðindamiðilin hjá ukrainsku verjuni - Sprotyv - vísir aftur einari útsøgn hjá leiðaranum fyri Wagner-herdeildunum, sum berjast saman við russiska herinum í Ukraina.

 

Leiðarin, sum kallast Jevgenij Prigozjin, sigur í dag, at býurin Bakhmut nærum er kringsettur av russiskum herdeildum. 

 

- Bakhmut er so gott sum kringsettur, og tað er nú bara ein vegur út úr býnum, sigur Wagner-herleiðarin sambært Reuters.

 

Jevgenij Prigozjin hevur eisini lagt út eitt video-brot, sum skal vísa Wagner-leiðaran nærindis Bakhmut, har harðir bardagar hava verið í fleiri mánaðir.

 

Tíðindamiðilin hjá ukrainsku verjuni sigur, at býurin, sum sæst í bakgrundini, ikki er Bakhmut, men Paraskovijvka, sum russiskar herdeildir tóku longu hin 20. februar í ár.

 

Hvørki tíðindini hjá Jevgenij Prigozjin ella tíðindini hjá ukrainska miðlinum eru váttað av óheftum keldum.

 

Í Bakhmut har eysturi í Ukraina búðu stívliga 70.000 fólk fyri russisku innrásina fyri einum ári síðan, men eftir hørðu bardagarnar eru fá sivilfólk eftir í býnum.

 

 

 

Her á myndini er Jevgenij Prigozjin ikki staddur í Bakhmut, men í býnum, Paraskovijvka, siga ukrainar.