Fyrst í næsta mánaði kemur út bókin "Jacob Haugaard - En gøgler på strandvejen". Hetta er søgan um ein mann, sum trýr upp á einglar, sum hatar myndugleikar, og sum koyrdi Cadillac, áðrenn hann dugdi at lesa.
Jacob Haugaard, sum er hálvur føroyingur, skrivaði søgu, tá ið hann í 1994 varð valdur inn á Fólkating. Hann gjørdist líka kendur, sum hann hevði droymt um síðani hann var drongur. Vallyftini vóru at síggja til, at meiri viðvindur kom á donsku súkklubreytirnar, og at fólk fingu størri jólagávur.
Hann er gyklari, sum hevur búð í skúri saman við bumsum og skøkjum, men sum í dag býr í stórum húsum í Norðursælandi. Eitt menniskja, sum ikki ger neyðsemjur, og sum hevur stríðst fyri eydnuni og lívinum.
- Eg havi upplivað nógv vilt í mínum lívi, og eg havi havt nakrar ógvusligar niðurtúrar. Men eg komi altíð upp aftur, sigur Jacob Haugaard.
Tað er Helle Møller Christensen, journalistur, ið hevur skrivað ævisøguna um Jacob Haugaard. Bókin byggir á skrivligar keldur og viðtal við starvsfelagar, familju, vinir og Jacob Haugaard sjálvan. Meiri enn 100 persónar hava latið teirra íkast til bókina, eitt nú Uffe Ellemann-Jensen, Finn Nørbygaard og Kurt Thorsen.
Forlagið Høsted & Høsted gevur út. Bókin er 224 síður við nógvum myndum, og hon kostar 99 krónur.