Hjá teimum, sum ilskast um seinkingar, sum virus-verjur hava við sær á net-spølum, er nú hjálp at heinta Bullguard, sum seinnu árini hevur arbeitt seg upp ímóti fleiri av stóru kappingarneytunum á marknaðinum fyri virus-verjur, kemur nú á marknaðin við eini nýggjari virus-verju. »Gamers Edition« er navnið á nýggju vøruni, sum felagið í løtuni er í ferð við at menna.
Tað hevur verið ein orsøk til støðuga illneitan hjá teimum, sum spæla nógv á netinum, at virus-verjurnar seinka spølunum.
Í tíðindaskrivi frá fyritøkuni verður sagt, at nýggja virus-verjan skal geva eina fullgóða verju, uttan at hetta á nakran hátt seinkar um ferðina á spælinum. Ætlandi skal hetta gerast soleiðis, at Bullguard kannar spølini, so hvørt sum hesi koma á marknaðin, og at skipanin tí støðugt veit, hvørjar stillingar skulu nýtast til einstøku spølini.
Hoyvíkingurin Heini Zachariassen er stjóri í Bullguard, og hann dylur ikki fyri, at talan er um eina spennandi nichu á marknaðinum.
- Vøksturin í »gamers« er øgiligur fyri tíðina. Og hartil hava fleiri av framleiðarunum sett fokus á hetta økið, soleiðis at teldurnar verða at kalla bygdar til hendan kundabólkin. Til dømis hevur HP sínar Vodoo, meðan Dell hevur sent Alienware og XPS á marknaðin.
- Okkara ætlan er so sjálvandi at fáa ein bita av hesum marknaðinum, sum vit eisini vænta fer at veksa enn meira, sigur Heini Zachariassen.
Størsti parturin av nýggju virus-verjuni er forritaður, og nú verður farið undir sonevndu beta-testirnar av skipanini.