Virus kann hótta bilarnar

Bilar kunnu í framtíðini verða eitt álopsmál hjá teldusníkum, sum t.d kunnu fóðra innbygdu kunningarskipanina við virus og óreinum kodum, skrivar tíðindastovan Reuters

Tess meira kunningartøkni verður sett í nútímans bilarnar, tess meira viðbreknir verða teir. Tí kunnu bilar í framtíðini blíva eitt mál fyri tey fólk, ið hava til frægd at framleiða virus.

Til dømis kann ein bilur við tráðleysarum sambandi, har til ber at flyta telefonsamrøður ella tónleikafílar til tónleikaútbúnaðin í bilinum, verða eitt mál hjá hesum virusframleiðarum. Hesir persónar kunnu t.d. fóðra ta innbygdu kunningarskipanina við virus og óreinum kodum, skrivar tíðindastovan Reuters.

Um telefonskipanin og teldan í bilinum brúkar somu datakanal, merkir tað, at teldusníkar fyrr ella seinni vilja finna út av, hvar hesar skipanir eru mest viðbreknar og misnýta tær.

Enn hevur eingin bilframleiðari sagt frá um virus-trupulleikar í bilum, men hesum verður bilídnaðurin noyddur at halda eitt vakið eygað við, siga leiðandi virusgranskarar.

Kelda: transportnyhederne.dk