Beint undan seinnu venjingini hósdagin kom seinasta spælarin afturat føroyska landsliðshópinum. Claus Bech Jørgensen var nevnliga ikki við, tá ferðalagið savnaðist á flogvøllinum í Lille.
Hann hevði havt búkilsku, og tá hetta eftir øllum at døma var orsakað av einum virus, helt landsliðslæknin tað vera skilabetri, um hann ikki kom yvir, fyrr enn smittuvandin við hesum var av.
Tað skuldi hann verið hósdagin, og Claus tók eisini lut í seinnu venjingini hendan dagin, tó at hann ikki tóktist vera heilt so væl fyri, sum hann vanliga er.
Roknað verður tó ikki við, at tað fer at bila stórvegis til dystin. Nakrar góðar máltíðir og nakað av hvíld plaga at hjálpa væl í so máta, soleiðis at kroppurin aftur fær ta orku, sum hann eigur at hava, og lítil ivi man vera um, at enski útisetin verður partur av taktikk-talvuni, tá Henrik Larsen fer at seta liðið leygardagin.