Virus frá Koda

Í hesari løtu er ein virus í umfar, sum sigur seg verða frá tónleikafyritøkuni Koda. Hetta kann fáa tína teldu at krassja.

 

Tónleikafyritøkan Koda sendur nú út ávaring um ein virus, sum gevur seg út fyri at vera frá fyritøkuni.

 

Virusið gevur fólkum boð um, at tey hava brúkt tónleik ólógligt á internetinum, og at Koda tí vil steingja atgongdina hjá brúkaranum til internetið. Eftir hetta fær virusið tína teldu at krassja, skrivar heimasíðan hjá Ekstra Blaðnum í dag.

 

Koda sigur á heimasíðuni, at tey einki hava við virusið at gera, og at tey samstarva við løgregluna um at steðga hesum.

 

Hetta er ikki fyrstu ferð, at ein teldukønur hevur gjørt seg inn á Koda. Ein líknandi virus hevur áður víst seg hjá evropeiskum systurfeløgunum hjá Koda.

 

Hetta veit heimasíðan hjá Ekstra Blaðnum at siga frá í dag.