Virtuel útgáva frá Messel


Mikudagin kom nýggja útgávan hjá Terja Messel, Songs by Messel, á alnetið. Talan er um níggju løg, sum øll eru tøk í MP3-formati, sum kunnu heintast beinleiðis niður á telduna. Løgini kunnu síðani avspælast í einum MP3 spælara, ella á I-pod.