Virksemið er vaksið við einum bili um árið

- Í dag eru vit 15 fólk á lønarlista, sum svarar til umleið 13 ársverk. Vit hava bæði vørubilar, last-og kranabilar og trailarar, og vit koyra um alt landið, sigur Eliesar Høj.

 

Sp/f Høj Flutningur á Strondum, sum feðgarnir, Tummas Símin Høj og Eliesar Høj, eiga og reka, er stovnað hin 7. mars í 2008, og soleiðis hevur flutningsfyritøkan í dag stívliga 14 ár á baki.   

 

Umframt at feðgarnir hava koyrt alt sítt lív, var lívsstarvið hjá pápanum og abbanum, Eliesari Høj, sum er farin væl um tey áttati, eisini lastbila-og vørukoyring. Flestu á eystara armi á Skálafjørðinum kennast við navnið, Eliesar Høj, og maðurin er nógv uppkallaður. 

 

Hann er framvegis áhugaður í flutningi og spyr týðum, hvussu gongur, umframt at hann framvegis tekur eina hond í, tá ástendur. 

 

Tá Eysturoyartunnilin læt upp hin 18. desember í 2020, kann til stuttleikar nevnast, at tá sótu tríggir Eliesar Høj í einum gomlum og flaggskrýddum bili frá 1954, og teir tríggir saman gjørdust millum teir fyrstu, sum koyrdu ígjøgnum nýggja tunnilin Strandamegin.

 

##med2##

 

Í bilinum vóru Eliesar Høj, sum í sínari tíð var borgarstjóri í Sjóvar kommunu, og saman við honum tveir abbasynir, báðir við navninum, Eliesar Høj. 

 

Eliesar Høj, sum eigur Sp/f Høj Flutning saman við pápa sínum, Tummasi Símin Høj, sigur, at tá teir í 2008 stovnaðu felag og saman fóru í holt við vørukoyring, høvdu teir í byrjanini bara tann eina bilin. 

 

Men, fyritøkan vaks skjótt – so skjótt, at her er næstan komin ein bilur aftrat um árið.

 

- Í dag hava vit 11 bilar, og vit eru 15 fólk á lønarlista, sum svarar til umleið 13 fulltíðarstørv. Vit hava bæði vørubilar, last-og kranabilar og trailarar.  

Høj Flutningur koyrir vørur kring alt landið fyri nógvar ymiskar kundar, bæði handlar, virkir og fyritøkur annars, og tey hava eisini fastar avtalur við ymiskar partar í handilsvinnuni. 

 

Eliesar Høj sigur, at ein annar partur av virkseminum hjá Høj Flutningi eru privatkundar, sum hava tørv á ymiskum tænastum.

 

##med3##

 

- Við tað, at vit hava bilar, sum bæði taka sær av vanligum vøruflutningi, last-og kranabilar og trailarar, kunnu vit loysa flestu vanligar flutningsuppgávur, sigur Eliesar Høj við vinnuna, sum er í VikuskiftisSosialinum hesaferð.

 

Í blaðnum eru fleiri greinar um flutning, og her eru eisini forvitnisligar samrøður við fólk í ymiskum pørtum av vinnuni. VikuskiftisSosialurin fæst til keyps í blaðsølunum kring landið.

 

 

 

 

 

Tá Eysturoyartunnilin læt upp, sótu tríggir Eliesar Høj í hesum gamla bilinum.