Virksemi og játtan skulu samsvara

- Eg vóni, at tað fer at eydnast mær at útvega fólkaskúlanum væl størri játtan komandi ár. Virksemi og játtan skulu sampakka, um ikki 100 prosent beinanvegin, so í nógv størri mun enn nú, sigur Óli Holm, landsstýrismaður í mentamálum


 

FÓLKASKÚLIN

Í hesum døgum verður arbeitt við løgtingsfíggjarlógini fyri næsta ár. Um lítlar tvær vikur skuldi verið greitt, hvussu nógv ymisku økini fáa í játtan komandi ár, og taka vit løgmansrøðuna á ólavsøku fyri fult, fær fólkaskúlin munandi meiri pengar komandi ár. Har verður sagt orðarætt, at arbeitt verður við at fáa virksemi og játtan til fólkaskúlan at sampakka.

- Skúlin hevur farnu árini fingið tillutað fleiri pengar, hóast økingin í stóran mun er farin til lønarhækkingar og langt er á mál enn. Tað er givið, at skúlin má hava størri játtan, men enn dugi eg ikki at siga, hvussu nógv hann fær afturat, sigur Óli Holm, landsstýrismaður.

Sparingarnar í nítiárunum níva framvegis, virksemið í skúlunum er enn nógv skert og eitt nú eftirútbúgvingar, sum skuldu vera í heyst, eru tiknar burtur. Støðan viðvíkjandi fígging og kørmum í føroyska fólkaskúlanum er einfalt ógvuliga vánalig. Á landsins størsta skúla fáa næmingarnir í framhaldsflokkunum, sum eru trettan í tali, í nógvum førum ikki tær vallærugreinir, teir ynskja sær, tí eingir pengar eru til taks. Og er støðan soleiðis á størsta skúlanum í landinum, er hon ivaleyst verri á teim miðalstóru og smærru.

- At skúlarnir í Havn eru soleiðis fyri, visti eg ikki. Tað eru nógvar orsøkir til, at næmingarnir ikki altíð fáa vallærugreinina, sum teir ynskja. Pengatrot er ein orsøk, sigur Óli Holm.


Trupulleikar sjónligir

At viðurskiftini í skúlanum als ikki eru nøktandi, ávirkar trivnaðin hjá teimum, sum eru sett at gera ein góðan skúla. Men tað er so sum so við trivnaðinum hjá lærarum í dag. Trupulleikarnir í skúlanum gerast meiri sjónligir, og onkustaðni er rætt og slætt ruðuleiki, tí samsvar er ikki millum virksemi skúlans og játtanina. At lærarar í størri og størri mun eru noyddir at átaka sær uppalingarligu uppgávuna yvir fyri næmingum, ger eisini lærarayrkið strævnari. Fleiri og fleiri lærarar tosa um at royna okkurt annað, og ikki so fáir lærarar fara.

- Tað er sera umráðandi at taka hesar ábendingarnar í álvara. Vit eiga at lurta eftir lærararum og gjølliga umhugsa, hvat vit eiga at gera fyri at venda gongdina, sigur Óli Holm.

Talið á næmingum, sum hava serligan tørv, veksur í tali. Sernámsdepilin søkti vegna allar skúlarnar í landinum Mentamálastýrið um 2500 tímar til skúlaárið, sum júst er byrjað, men fekk bara slaka helvtina. At nógvir næmingar, sum hava væl grundaðar tørv á stuðli, onga hjálp fáa í skúlanum, skapar stóra frustrasjón hjá lærarum.

- Eg kenni sjálvur frustrasjónina sum lærari. At kalla støðuna vónleysa vil eg kortini ikki. Fólkaskúlalógin áleggur okkum at integrera, tað skal vera pláss fyri øllum, men neyðuga orkan er ikki fylgd við soleiðis at øll fáa eina nøktandi undirvísing. Hendan játtanin eigur at verða størri, og eg vóni, at vit vera før fyri at hækka hana og bøta um hesi viðurskiftini framyvir. Veruleikin er bara, at fleiri pengar eru ikki til taks hetta skúlaárið, sigur Óli Holm.


Upp at venda

Fólkaskúlin er framvegis kreppukendur, hóast tað ikki akkurát er kreppa, sum eyðkennir dagsins samfelag um hyggja vit okkum um. Viðvíkjandi fólkaskúlanum hóma vit kortini ein glotta, skulu vit taka løgmansrøðuna á ólavsøku í álvara. Har verður sagt, at ljós skal varpast á viðurskifti í fólkaskúlanum, og at størri samsvar skal vera millum virksemi og játtan. So kunnu vit spyrja, um tað ikki er nakað seint at seta fólkaskúlan í andgletti so seint í einum valskeiði og um vit yvirhøvur kunnu vænta, at nakað munagott kemur burturúr?

- Tað er týdningarmikið, at fólkaskúlaverðin og samfelagið sum heild gera sær greitt, hvussu stóran týdning skúlin hevur fyri okkara samfelag. At seta fokus á fólkaskúlan er heilt natúrligt, og gevur okkum møguleikan at tosa ymiskt ígjøgnum, sum kann tykjast ógreitt. Eg eri ikki vissur í, at øll vita, hvussu viðurskiftini eru í skúlanum, sigur Óli Holm.

Í løgtingsfíggjarlógini síggja vit, hvussu nógvir pengar verða settir av at reka føroyska fólkaskúlan, í ár 235 mió. krónur. Vit vita kortini, at á hvørjum ári er játtanin ov lítil, men hvussu nógvir pengar vanta í til at viðurskiftini innan skúlagátt verða nøktandi, er ringt at geva eitt boð uppá - eftir øllum at døma.

- Fólkaskúlalógin er ein rammulóg, ymsu ásetingarnar eru tí ikki lógarbundnar og tað veldst um, hvat og hvussu nógv verður sett í gongd. Skulu allir karmarnir í fólkaskúlalógini verða fylgdir, fer tað at kosta eina munandi meirjáttan. Ein upphædd, sum eitur 27 mió. krónur, hevur verið nevnd, men um henda upphæddin er eftirfarandi veit eg ikki.

Í blaðnum í gjár sóknast Katrin Dahl Jakobsen, løgtingskvinna og limur í mentamálanevnd løgtingsins, eftir einum landsstýrismanni í mentamálum, sum hevur ambisjónir um fólkaskúlan.

- Eg havi sanniliga ambisjónir um fólkaskúlan. Sjálvur eri eg jú skúlamaður. Hinvegin kann eg ikki lova nakað, sum eg ikki kann gjøgnumføra. Ístaðin fyri at koma við gyltum lyftum, vil eg arbeiða fyri at útvega skúlanum so góðar umstøður sum møguligt, sigur Óli Holm at enda í viðtali.